Innanlands

Granskingarráðið: Søk um stuðul til gransking í 2022

Freistin at søkja um stuðul fyri komandi ár verður á middegi 15. februar 2022

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-11-06 13:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í komandi ári kann aftur søkjast um stuðul úr Granskingargrunninum.

Granskingarráðið kunngjørdi herfyri eina lýsing eftir umsóknum, sum er dagførd samsvarandi nýggju reglunum, sum eru komnar í gildi í ár.

Minstamark fyri stuðul er broytt frá 150.000 krónur til 300.000 krónur, og skulu verkætlanir vera í minsta lagi seks mánaðir til longdar. Einki loft er tó til samlaðu fíggjarætlanina, men Granskingarráðið vísir á, at játtinin úr Granskingargrunninum sjáldan fer væl uppum eina milliónir krónur, skrivar Granskingarráðið.

Stuðul kann latast til gransking, ið verður framd av føroyskum granskara, í samstarvi við føroyskan granskingarstovn, ella mett at hava samfelagsligan týdning fyri Føroyar.

Stuðul kann latast Ph.d.-verkætlanum, verkætlanum, sum eru longri enn seks mánaðir, og vinnuligum granskingarverkætlanum.

8,5 milliónir krónur eru í uppskoti á fíggjarlógini til stuðul í 2022.

Freistin at søkja stuðul til gransking í komandi árinum verður 15. februar klokkan 12 á middegi, føroyska tíð.

Meira kunning fæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder