Innanlands

Granskingarverkætlan kannar ultraljóð sum partur av framtíðar krabbameinsviðgerðini

Í vikuni kom framkomið ultraljóðtól í onkologiska ambulatorium á Landssjúkrahúsinum

Undirvísing er nú fyri starvsfólkunum í ambulatoriinum. Stigtakari til granskingarverkætlanina er Lisa Maria Anderssen, sjúkrarøktarfrøðingur, ið hevði eina visjón um at granska í ultraljóði í Føroyum

Undirvísing er nú fyri starvsfólkunum í ambulatoriinum. Stigtakari til granskingarverkætlanina er Lisa Maria Anderssen, sjúkrarøktarfrøðingur, ið hevði eina visjón um at granska í ultraljóði í Føroyum

2025-01-16 14:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í vikuni kom framkomið ultraljóðtól í onkologiska ambulatorium á Landssjúkrahúsinum, og hesa vikuna hevur umboð frá GE HealthCare, Trine Dupont, undirvísing fyri starvsfólkunum í ambulatoriinum. Tólið, ið er eitt hitt mest framkomna av sínum slagi á marknaðinum júst nú, er gáva frá granskingarverkætlanini til krabbameinsambulatoriið.

Granskingarverkætlanin er stuðlað av Krabbameinsfelagnum, Betri Stuðul og privatum fyritøkum. Verkætlanin skal kanna virknaðin at nýta ultraljóðsvegleidda innanæðra atgongd til æðrarnar hjá krabbameinssjúklingum í sambandi við krabbameinsviðgerðina. 

Stigtakari til granskingarverkætlanina er Lisa Maria Anderssen, sjúkrarøktarfrøðingur, ið hevði eina visjón um at granska í ultraljóði í Føroyum sum partur av master ritgerðini í heilsuvísindum, og hetta bleiv veruleiki eftir lokna útbúgving, tá Krabbameinsfelagið gav verkætlanini flogið í fjør. 

Við í granskingarverkætlanartoyminum eru professari August Gabriel Wang (høvuðsábyrgdari) og Anna Sofía Fjallheim frá Fróðskaparsetrinum, yvirlækni á Medisinska deplinum Tordis Kristiansdóttir, Maria Skaalum Petersen, professari, Jeanne Waagstein, narkosusjúkrarøktarfrøðingur, Jacobina Kristiansen, lækni, Jóhanna Andreasen, funktiónsleiðari og Joan Mohr Mikkelsen, Elin Jacobsen og Thordis Reynstind, sjúkrarøktarfrøðingar í onkologiska ambulatoriinum.

Granskingarverkætlanin er gjørd í samstarvi við serkønu narkosulæknarnar, Peter Juhl-Olsen, professari í hjarta- og æðraanestesi, og Erik Sloth, professari í ultraljóði, ið hava granskað í hesum á Aarhus Universitetssjúkrahúsi og hava sæð stóra ávirkan á eitt nú aferese sjúklingar. 

Fyri at geva persóninum við krabbameini ta bestu viðgerðina er umráðandi at sjúkrarøktarfrøðingurin hevur góða intravenøsa atgongd. Tað kann vera trupult at finna æðrarnar hjá fólki við krabbameini. Møguleikarnir, ið eitt sovorðið tól gevur, kunnu gerast slóðbrótandi fyri framtíðarinnar krabbameinsviðgerð, og frøðin var stór á heilsustarvsfólki og limum í granskingartoyminum, tá ið tólið kom á deildina í gjár.

Granskingarverkætlanin, ið á enskum eitur “The Efficacy of Implementing Nurse-performed Ultrasound-guided Peripheral Intravenous Access in Oncology Patients” fór í gongd í september í fjør og heldur áfram til í heyst. 

Tað ber til at lesa meira um granskingarverkætlanina á heimasíðuni ClinicalTrials.gov

Krabbameinsfelagið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder