Innanlands

Grava ríðibreytina av til Húsareynstunnilin

Arbeiðið byrjar í morgin, og er eftir ætlan liðug beint fyri ólavsøku

2024-02-26 15:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í sambandi við at vegur verður gjørdur til munnan á Húsareynstunnlinum, er neyðugt at grava ríðibreytina av.

Arbeiðið byrjar 27. februar. Tá ið arbeiðið er liðugt, verður ríðibreytin afturgjørd. Reetableringin er væntandi liðug 20. juli 2024, sigur Tórshavnar kommuna.

Sagt verður, at fólk, ið ynskja at ganga ella renna á rossagøtuni, kunnu koyra út í Havnardal ella longur niðan á Oyggjarvegin fyri at sleppa framat Rossagøtuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder