Mentan

Gravgangur eftir atgongumerkjunum til Týr og FSO

Helmingurin av atgongumerkjunum longu farin

Lasse Thorning Jæger, verkætlanarleiðari (Mynd: Jens Kr. Vang)

Lasse Thorning Jæger, verkætlanarleiðari (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-19 09:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár kunngjørdi Norðurlandahúsið ætlanina um at halda tvær konsertir við Týr og Føroya Symfoniorkestri í februar mánaði næsta ár.

Í morgun byrjaði atgongumerkjasølan.

Og bert 30 minuttir eftir at sølan byrjaði var helmingurin av atgongumerkjunum seldur.

Tað upplýsir verkætlanarleiðarin hjá Norðurlandahúsinum, Lasse Thorning Jæger, í morgun.

Talan er um tvær konsertir, fríggjakvøldið 7. og leygarkvøldið 8. februar. Pláss eru fyri 800 fólkum hvørja ferð við tað, at talan er um standikonsertir, og bakveggurin út í Klingruna verður latin upp.

Les eisini: Týr og Symfoniorkestrið í samstarvi

Les eisini: Symfoniorkestrið hevur roynt tað fyrr

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder