Innanlands

Gravgangur eftir donskum burgara

Bíðirøðin var long eftir at keypa virðisløntan burgara við Miðlon í dag.

(Mynd: Ingi Samuelsen)

(Mynd: Ingi Samuelsen)

2026-08-19 14:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyingar eru garvillir eftir góðum burgarum. Tað varð staðfest uttan fyri Miðlon í dag.

Burgaravognurin Street Food, ið er gitin fyri sínar ræstkjøtaburgarar, stendur javnan við Miðlon, men í dag var vognurin yvirtikin av donskum burgarakokkum frá Hungry Dane Burger. Henda burgaramatstovan hevur vunnið virðisløn fyri burgaran Royal Dane, ið varð kosin tann besti í Danmark.

Og tað var júst hesin burgarin, ið var at fáa til keyps við Miðlon í dag. Og sum myndin vísir, var bíðirøðin um middagsleitið óvanliga long.

Les eisini: Virðisløntur burgari í Føroyum nakrar dagar 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder