Kundarnir flokkaðust rundan um hugnaligu kioskina hjá Astu á Vaglinum í Havn. Tey komu fyri at keypa heitan hund, hotdog.
Kunngjørt var frammanundan, bæði at teir fyrstu kundarnir fingu hundarnar ókeypis, og at eisini forkunnug frábrygdi av hesum heitu hundum vóru at fáa, nevniliga hotdogs við pylsum framleiddum úr røstum kjøti.
Men tey, ið høvdu vænta sær ein ræstan hund gjørdust vónbrotin.
Teitur Christensen, kokkur (Mynd: Sverri Egholm)
- Tíverri, Heilsufrøðiliga Starvsstovan vildi ikki geva okkum loyvi, var svarið frá Teiti Christensen. Hann er vanliga høvuðskokkur á matstovunum hjá Gist & Vist niðri í Gongini, ella Heima í Havn, tey sum kalla tað. Teitur stóð sjálvur í pylsukioskini henda fyrsta upplatingardagin.
Teitur greiðir frá, at boðskapurin hjá Heilsufrøðiligu var, at tey ikki sleppa at framleiða ræstar pylsur í sama høli, sum hinar pylsurnar. Vandi er fyri, at ræsta kjøtið kann spilla tilfarið til hinar pylsurnar. Heldur ikki er loyvt at rista ræstkjøtapylsurnar saman við øðrum pylsum, greiðir kokkurin frá.
Men Teitur hevur ikki givið upp at sleppa at borðreiða við ræstari pylsu í kioskini.
- Vit arbeiða við eini loysn, sigur hann.
Pylsurnar eru annars framleiddar hjá Krás í Hósvík eftir uppskrift frá Teiti Christensen.
Í Blaðnum Vikuskifti, ið kemur út klokkan 7 í morginárið, hava vit umrøðu av teimum fimm pylsunum, sum eru at fáa í Kioskini hjá Astu.
(Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald