Fleiri enn 900 gravir í Vestmanna eru nú skrásettar og talgildar á netinum, boðar Vestmanna kommuna frá.
– Vit fáa av og á fyrispurningar frá fólki, sum leita eftir ætt, vinum og kenningum, sum ikki eru millum okkara longur, og nú kanst tú leita talgilt. Tú kanst leita eftir gravum við at skriva navnið á fólki, nummarið á grøvini ella “klikkja” á gravirnar í talgilda yvirlitinum á heimasíðuni, har tú síðani fært upplýsingar fram.
– Siðvenjan at skráseta tey, sum lógu í kirkjugarðinum, er ikki gomul í Føroyum, og í Vestmanna byrjaði hetta 6. desembur 1876. Í tíðarskeiðnum frá 1876 til 2006 eru 1191 skrásett í protokollini, harav umleið 250 børn. Hesi vóru jarðað eftir tátíðar siðvenju, og bert fá av teimum fingu ein gravstein. Av mannamunni er hoyrt, at børn vórðu løgd í grøvina hjá ommum og abbum.
– Viðvíkjandi siðvenjuni at seta gravstein á grøvina er eisini trupult at tíðarfesta, tó er av mannamunni sagt, at í gomlum døgum høvdu bert tey vælbjargaðu ráð at seta ein gravstein á grøvina. Hetta merkir, at vit í dag síggja, at nógv eru grivin uttan gravstein, tó at friður er lýstur yvir teimum. Hetta er helst orsøkin til, at vit í dag hava fleiri ókendar gravir, skrivar Vestmanna kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald