Innanlands

Gravsteinurin yvir agent 007 reistur

"Rætta endamálið hjá manni er at liva, ikki at vera til" stendur á steininum, sum er reistur á Kallinum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-03-21 12:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

"In memory of James Bond 1962-2021" stendur á gravsteininum, sum fyri løtu síðani varð avdúkaður norðuri á Kallinum á Kalsoynni.

Tað eru trøllanesfólk, sum hava tikið stig til at reisa mæta, men fiktiva, bretska agentinum ein minnisstein, nú hann varð sprongdur í fillur í seinasta James Bond-filminum. Spreingingin hendi úti á Kallinum.

Á gravsteininum stendur eisini "The proper function of man is to live, not to exist", eitt sitat úr filminum, ið merkir "Rætta endamálið hjá manni er at liva, ikki at vera til".

Vit vóru við á túrinum. Fleiri myndir koma seinni í dag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder