Mentan

”Green Book” er besti filmur í ár

Meksikanski Netflix-filmurin, "Roma", varð valdur til besta útlendska film

Bestu leikararnir. Frá vinstru Rami Malek, Olivia Colman, Regina King og Mahershala Ali (Mynd: EPA)

Bestu leikararnir. Frá vinstru Rami Malek, Olivia Colman, Regina King og Mahershala Ali (Mynd: EPA)

2019-02-25 07:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Filmurin ”Green Book” við Viggo Mortensen og Mahershala Ali í høvuðsleiklutunum, varð í nátt valdur til ársins film, tá Oscar virðislønirnar vórðu handaðar í Los Angeles í Kalifornia.

”Green Book” byggir á eina veruliga søgu frá 1960’unum og er um eitt óvanligt vinarlag millum afroamerikanska tónleikaran Dr. Don Shirley og italsk-amerikanska Tony, sum er sjafførur hjá honum og koyrir hann á konsertferð í amerikansku suðurstatunum.

Umframt Oscar fyri besta film, fekk Mahershala Oscar fyri besta hjáleiklut og filmurin vann eisini bólkin fyri besta leikrit.

Filmurin, sum varð kallaður flest ferðir niðan á pallin var ”Bohemian Rhapsody” um enska rokktónleikabólkin, Queen. Hann fekk fýra Oscar-heiðurslønir, eitt nú varð Rami Malek valdur sum besti høvuðsleikari í hansara leikluti sum karismatiski forsangarin í Queen, Freddie Mercury.

Meksikanski Netflix-filmurin, ”Roma”, fekk eisini tríggjar Oscars, eitt nú fyri bestu leikstjórn og fyri besta ikki-enska film. Eisini superhetjufilmurin, ”Plack Panther” fekk tríggjar Oscars.

Hinvegin fekk nógv umrøddi ”A Star is Born” við Lady Gaga og Bradley Cooper bert ein Oscar. Tað var fyri besta sang:

Oscar vinnararnir 2019:
Besti filmur: ”Green Book”
Besti leikstjóri: Alfonso Cuarón, ”Roma”
Besti kvinnuligi høvuðsleikari: Olivia Colman, ”The Favourite”
Besti mannligi høvuðsleikari: Rami Malek, ”Bohemian Rhapsody”
Besti kvinnuligi hjáleikari: Regina King, ”If Beale Street Could Talk”
Besti mannligi hjáleikari: Mahershala Ali, ”Green Book”
Besta leikrit: ”Green Book”
Besta filmsgerð: ”BlacKkKlansman”
Besti ikki-enski filmur: ”Roma”, Meksiko
Besti teknifilmur: ”Spider Man: Into the Spider-Verse”
Besti heimildarfilmur: ”Free Solo”
Besti heimildar-stuttfilmur: ”Period. End of Sentence”
Besti stuttfilmur: ”Skin”
Besti teknaði stuttfilmur: ”Bao”
Besti uppruna tónleikur: ”Black Panther”
Besti uppruna sangur: ”Shallow” – ”A Star is Born”
Besta ljóðgerð: ”Bohemian Rhapsody”
Besta ljóðmiks: ”Bohemian Rhapsody”
Besta framleiðslusniðgerð: ”Black Panther”
Besta myndatøka: ”Roma”
Besta make-up og hár: ”Vice”
Bestu búnar: ”Black Panther”
Besta filmsredigering: ”Bohemian Rhapsody”
Bestu sjónligu effektir: ”First Man” 

[object Object]
Lady Gaga (Mynd: EPA)

[object Object]
Rami Malek (Mynd: EPA)

[object Object]
Mahershala Ali, Linda Cardellini og Viggo Mortensen frá filminum "Green Book" (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder