
Í dag hevur Pf. Petur Larsen skrivað undir sáttmála við hjúnini Høgna og Fridrikku Kjeld, eigarum av Green Marine Divers, um, at tey keypa partabrøvini hjá Petur Larsen í Spf. Pontech Smábátahavnir.
- Hetta er ein natúrlig leið hjá okkum at fara. Frammanundan loysa vit longu uppgávur av øllum slagi í og á sjónum í Føroyum. Okkara veðurlag er serstakt og setur høg krøv til styrki og góðsku á smábátahavnum – og vit hava vitanina og tólini til at lúka øll krøvini, sigur Høgni Kjeld, eigari av Green Marine Divers.
Green Marine Divers eru serkøn innan kaving og arbeiði í sjónum, so sum sveising, skering og stoyping. Við keypinum av Spf. Smábátahavnir víðkar Green Marine Divers um sítt natúrliga arbeiðsøki.
Spf. Pontech Smábátahavnir varð stovnað í 2017 av Pf. Petur Larsen og svenska felagnum Pontech, sum er ein av stóru veitarunum av flótibrúgvum, bummum og tilhoyri til bátahavnir. Umboð fyri Pf. Petur Larsen hava tikið sær av dagliga rakstrinum. Við yvirtøkuni taka hjúnini Høgni og Fridrikka Kjeld, og fyritøka teirra, Grenn Marine Divers, sær av dagliga virksemi felagsins.
Spf. Pontech Smábátahavnir veitir bátabrúgvar til bátahavnir við øllum tilhoyri. Útgerðin hjá felagnum hóskar sera væl til tað harðbalna føroyska veðurlagið.
Pontech Smábátahavnir hevur latið brúgvar við tilhoyri til fleiri av nýggju bátahylunum í Føroyum, eitt nú til tann í Fuglafirði og tann á Válinum. Eisini hevur felagið latið bummar og tilfar til aðrar bátahylar í landinum.
- Vit fara at leggja okkum eftir framhaldandi at veita haldgóðu og kappingarføru loysnirnar frá Pontech til kommunur og vinnuna í Føroyum. Umframt hetta, er ætlanin at byggja eina ávísa goymslu upp við tilfari, sum verður brúkt í einum nútímans bátahyli, sigur Fridrikka Kjeld, stjóri í felagnum, og leggur afturat
- Við royndunum hjá Green Marine Divers innan kaving og byggivinnuna, kunnu Pontech Smábátahavnir nú eisini levera heildarloysnir í sambandi við umvæling ella nýgerð av bátahylum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald