Umhvørvisfelagsskapurin Greenpeace er óynsktur í Russlandi, boðaði statsákærin í Moskva frá í gjár.
Greenpeace verður lagdur undir at hava framt kunningarátøk og mótmæli, sum ikki eru samskipað við myndugleikar. Sagt verður, at Greenpeace m.a. roynir at leggja seg uppí innanhýsis viðurskifti hjá landinum við tí endamáli at niðurbróta búskaparliga grundarlagið hjá landinum.
Felagsskapurin skal m.a. eitast at hava forðað fyri verkseting av undirstøðukervi og orkuverkætlanum, sum eru til gagns fyri Russland.
Russiska deildin hjá Greenpeace sigur, at avgerðin er skilaleys. Sergej Tsyplenkov, oddamaður fyri Greenpeace í Russlandi, sigur, sambært Ritzau, at hann ikki hevur tikið avgerð um, hvørt hann fer at kæra avgerðina ella ikki.
Fleiri felagsskapir hava fyrr fingið boð um, at teir eru óynsktir í Russlandi. Talan hevur serliga verið um mannarættindafelagsskapir og felagsskapir og miðlar, sum finnast at russiska forsetanum, Vladimir Putin. Síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina, er talið á felagsskapum, sum hava fingið boð um, at teir eru óynsktir í Russlandi, økt.
At ein felagsskapur er óynsktur í Russlandi merkir, at felagsskapurin ikki longur sleppur at arbeiða í Russlandi, og starvsfólk hjá hesum felagsskapum eru í vanda fyri at verða rættarsøkt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald