Asfaltsverkið á Sundi er komið í brennidepilin nú tað er latið aftur, og ikki letur uppaftur. Landsverk keypti verkið fyrr í ár, og hevur brúkt fleiri milliónir at gera tað í stand. Men tað er framvegis í ringum standi, og letur ikki uppaftur.
Beinta Løwe Jacobsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur sett landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, ein grein 52 fyrispurning um asfaltsverkið.
Hon vil hava at vita hvussu nógv samlaði kostnaðurin fyri asfaltsverkið á Sundi er. Eisini vil hon hava at vita um fíggjarlig heimild var at leiga, umvæla og keypa asfaltsverkið frá privatu eigarunum umframt, at hon spyr um landsstýrismaðurin ætlar at kanna málið nærri.
- Landsgrannskoðanin og undanfarnu løgtingsgrannskoðarar hava gjørt vart við ymiskt í samband við, at Landsverk leigaði og seinni keypti asfaltverkið á Sundi. Seinni er komið fram í miðlunum, at verkið er í so ringum standi, at tað er latið aftur og ikki verður latið uppaftur, skrivar Beinta Løwe í viðmerkingunum til spurningin.
Les eisini: Brúkt milliónir uppá eitt asfaltsverk sum nú ikki kann brúkast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald