Mentan

Greta Svabo Bech syngur á G!

Við fleiri enn 150 milliónum stroymingum er talan um ein av Føroya fremstu sangarum

2019-02-21 14:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyska Greta Svabo Bech byrjaði árið við at útgeva tvey stakløg í februar og longu fyrst í mars letur hon eina EP úr hondum.

Fyrsta staklagið “All My Bones” varð stroymt 250.000 ferðir fyrstu vikuna. Við lagnum ferðast Greta á myrkum elektroniskum gøtum, har hon skapar ein fullkomnan heim til sína eyðkendu og mjúku rødd. 
 
Við ljóði og myndum skapar Greta eina hugtakandi og dreymakenda mynd av lívinum í Føroyum. Greta skrivar og framleiðir sín egnað tónleik, har hon skjalfestir sín fjarskotna heim við framúrskarandi infrareyðari myndatøku. Við sínari list, skapar hon samstundis eina kenslu av vøkrum umhvørvi og myrkakendari avbyrging.
 
Í 2019 fara vit at síggja Gretu breiða seg enn meira í elektroniska tónleikaheiminum, har samstarv hennara við Deadmau5, The Bloody Beetroots and Ludovico Einaudi hava elvt til yvir 150 milliónir stroymingar.
 
Tað gleðir okkum almikið at bjóða hesum serstaka føroyska navninum aftur á G! og at fylgja menningini hjá einum tónlistafólki, sum skapar eina so hugfangandi mynd av Føroyum. Tá ið Greta syngur, lurtar heimurin.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder