Hon kom til New York fyrr í mánaðinum við skipi. Hon flýgur ikki, tí tað er meira skaðiligt fyri umhvørvi. Greta Thunberg er vorðin heimskend, og nú hon luttekur á stórum altjóða ráðstevnum, og sjónvarpssendingum verður hon ikki minni kend.
Tá hon fekk orðið á veðurlagsfundinum hjá ST í gjárkvøldið, ið hon varð boðin við til av aðalskrivaranum António Guterres, legði hon ikki fingrarnir ímillum.
Sviin segði, at tað var skeivt, at hon var har: At hon burdi verið í skúla hinumegin Atlantshavið. Hon helt fram við at siga, at tey ungu noyðast at stríðast fyri umhvørvinum, tí tey sum sita við valdið nú gera einki og bara hugsa um pengar og fíggjarligan vøkstur, hóast fólk og umhvørvi líða øll granskingin seinastu stóru 30 árini vísir á, at har er neyðugt við stórum broytingum.
Útsagnir sum: "Tit hava stolið mín barndóm" og "Hvat billa tit tykkum inn" komu eisini fram. Til ber at hoyra mest umtalaða partin ovast, í broti hjá The Telegraph. Røðan í fullum líki er her
Greta Thunberg hevur fingið nógv herðaklapp fyri, at hon torir og vil standa fram við álvarsama boðskapinum, og at ein so ung kvinna stendur frammanfyri heimsins leiðarum og setur teir uppá pláss. Á sosialu miðlunum sæst tó eisini nógv til, serliga á Twitter, at tað eru als ikki øll, ið eru so fegin um mátin, ið boðskpurin verður borin fram uppá: At tað er talan um fleiri fólk, ið standa aftanfyri, ið trýst hana og billa henni ymiskt inn - at Greta Thunberg verður útnyttað, og at røðan í gjár er einn eitt ræðandi dømi í dag.
Hesa vikuna eru alskyns stór veðurlagsverkføll kring allan heimin. Fríggjadagin verður eisini veðurlagsfall í Føroyum - tað byrjar klokkan 12 á Vaglinum í Havn.
Uttanlands
Greta Thunberg: - Hvat billa tit tykkum inn
16-ára gamla svenska gentan hevði orðið á ST-veðurlagsfundi í New York í gjárkvøldið, har hon gav heimsins leiðarum av grovfílini. Nógv rósa bersøgnu røðu, men fleri hava eisini funnist at umhvørvisaktivistinum á sosialu miðlunum
2019-09-24 10:14
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald