Uttanlands

Greta Thunberg 18 ár í dag

Svenska veðurlagsstríðskvinnan vónar, at alt uppmerksemið hon hevur fingið seinastu árini hevur havt týdning fyri veðurlagsstríðið

Seinastu árini hevur svenska Greta Thunberg skipað fyri veðurlagsverkføllum kring heimin (Savnsmynd)

Seinastu árini hevur svenska Greta Thunberg skipað fyri veðurlagsverkføllum kring heimin (Savnsmynd)

2021-01-03 13:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hon hevur skipað fyri veðurlagsverkføllum kring heimin, hon hevur luttikið á altjóða ráðstevnum og talað fyri heimsleiðarum, og vunnið og verið í uppskoti til fleiri stórar virðislønir – alt hetta, áðrenn hon bleiv 18.

Svenska veðurlagsstríðskvinnan, Greta Thunberg, sum seinastu árini er vorðin heimskend, verður myndig í dag.

Sjálv ætlar hon tó einki at gera burturúr degnum.

– Eg eri ikki ein, sum hátíðarheldur føðingardagar, sigur hon við miðilin The Sunday Times.

Hálvttriðja ár er nú farið, síðan hon fyrstu ferð byrjaði at skipa fyri veðurlagsverkfalli uttanfyri svenska tjóðartinginum. Søgan vakti ans í miðlunum, og í dag verður skipað fyri veðurlagsverkføllum í øllum heiminum – eisini í Føroyum.

[object Object]Hóast korona, varð framvegis skipað fyri veðurlagsverkføllum uttanfyri svenska tjóðartingið í fjør (Mynd: EPA)

Í 2018 varð hon boðin at tala á ST veðurlagsráðstevnuni í Pólandi, og árið eftir varð hon í uppskoti til friðarheiðursløn Nobels, umframt at Time Magazine valdi hana til ársins persón. Tað var eisini í 2019, at hon vann Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins, sum hon tó takkaði nei til.

Ein Gallup-kanning, sum varð gjørd í desember, vísti eisini, at Greta Thunberg er millum mest hámettu kvinnurnar í heiminum. Á fyrsta plássi var fyrrverandi amerikanska forsetafrúan, Michelle Obama, og Greta sjálv liggur á tíggjunda plássi. Onnur á listanum vóru Angela Merkel, Oprah Winfrey og bretska drotningin, Elizabeth II.

Greta Thunberg sigur við The Sunday Times, at hon vónar, at alt uppmerksemið, sum hon hevur fingið seinastu árini, eisini hevur havt týdning fyri veðurlagsstríðið.

– Sjálvandi hava vit sæð broytingar í mátanum, vit tosa um veðurlagskreppuna. Har verður eisini varpað nógv meira ljós á hana enn áður. Har kunnu veðurlagsverkføllini hava spælt ein leiklut.

Tó versnar støðan framvegis, og tað er nakað, mann hvønn dag sær allastaðni í heiminum, sigur hon sambært Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder