Uttanlands

Greta Thunberg, Donald Trump og Aleksej Navalnyj í uppskoti til Friðarheiðursløn Nobels

Móttakarin av Friðarheiðursløn Nobels 2021 verður avdúkaður í oktober

Greta Thunberg (Savnsmynd)

Greta Thunberg (Savnsmynd)

2021-01-31 15:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag er seinasta freist hjá túsundatals fólkum at tilnevna persónar ella stovnar, sum tey halda hava uppiborið Friðarheiðursløn Nobels 2021.

Tað er upp til norsku Nobel nevndina at avgera, hvør skal fáa heiðurslønina.

Nevndin avdúkar ikki, hvørji eru í uppskoti til heiðurslønina, tað hevur hon ikki gjørt seinastu 50 árini, men politikarar, akademikarar, og onnur, sum kunnu koma við uppskoti, hava rætt at avdúka, hvønn tey hava skotið upp.

Fleiri hava eisini avdúkað teirra uppskot fyri tíðindastovuni Reuters.

Millum tey, sum eru í uppskoti til Friðarheiðursløn Nobels í ár eru svenska veðurlagsstríðskvinnan Greta Thunberg, russiski andstøðupolitikarin Aleksej Navalnyj, Donald Trump, Nato, og Heimsheilsustovnurin WHO.

Millum tey tilnevndu eru eisini Maria Kolesnikova, Svetlana Tikhanovskaja, og Veronika Tsepkalo, sum mynda andstøðuna í Hvítarusslandi, og sum hava strídst fyri einum rættvísum vali í landi teirra, har forsetin, Aleksandr Lukasjenko hevur sitið við valdið síðan 1994.

Heimsheilsustovnurin er tilnevndur fyri sína COVAX ætlan, sum skal tryggja koppingarevni til fátøk lond, og Aleksej Navalnyj er tilnevndur fyri stríð sítt fyri eitt friðarligt fólkaræði í Russlandi.

Hvør tað er, sum fær Friðarheiðursløn Nobels 2021 verður avdúkað í oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder