Uttanlands

Greta Thunberg: Eg fari væntandi at luttaka kortini

Í vár segði hon, at hon ikki vildi luttaka á stóru veðurlagsráðstevnuni COP26, sum verður í Skotlandi í november, og at ráðstevnan átti at verið útsett, til ein størri partur av heimsins borgarum eru koppsett, men nú fer svenska stríðskvinnan væntandi at luttaka kortini

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-08-09 18:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í vár segði svenska veðurlagsstriðskvinnan, Greta Thunberg, at hon helt tað vera ov tíðliga at halda veðurlagsráðstevnuna í Skotlandi, COP26 í november. Mann átti at bíða, til ein størri partur av heimsins borgarum eru koppsettir fyri koronu, segði hon. Eisini boðaði hon frá, at hon helst ikki fór at luttaka, men nú er kortini líkt til, at hon fer at luttaka.

– Nú hava tey boðað frá, at tey fara at koppseta allar luttakarar, og um tað er gjørt á rættvísan og tryggan hátt, so fari eg væntandi at luttaka, sigur hon sambært Ritzau.

18 ára gamla Greta Thunberg gjørdist heimskend fyri trimum árum síðani, tá hon byrjaði síni veðurlagsverkføll í august 2018. Hon skulkaði úr skúlanum hvønn fríggjadag fyri at mótmæla uttanfyri svenska ríkisdagin í Stockholm. Síðani hava nógv ung kring heimin leitað sær íblástur frá Gretu Thunberg, og veðurlagsverkføll hava nú verið um allan heimin.

Í 2019 varð hon útnevnd til Ársins Persónur av amerikanska blaðnum Time.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder