Uttanlands

Svenskur tannáringur tilnevnd Friðarheiðursløn Nobels

- Eg eri sera takksom, sigur 16 ára gamla Greta Thunberg

Greta Thunberg (Mynd: EPA)

Greta Thunberg (Mynd: EPA)

2019-03-14 21:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Svenski veðurlagsaktivisturin, Greta Thunberg er tilnevnd Friðarheiðursløn Nobels fyri stríð hennara móti veðurlagsbroytingum. Tað skrivar The Huffington Post í dag.

Greta Thunberg er bert 16 ára gomul, og tað var hon, sum tók stig til fyrsta veðurlagsverkfallið í fjør, 3 vikur áðrenn valið til ríkisdagin í Svøríki.

Síðani hevur verið skipað fyri nógvum veðurlagsverkføllum kring heimin - eisini í Føroyum - har túsundatals skúlanæmingar eru farin úr skúlanum fyri at varpa ljós á veðurlagsbroytingar. 

Á Twitter skrivaði Greta Thunberg, at tað var ein heiður at vera tilnevnd, og at hon er sera takksom fyri hetta.

Um sjálvt verkfallið sigur Greta Thunberg: Eg má gera tað, eg kann. Tað er mín moralska skylda.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder