Uttanlands

Greta Thunberg væl móttikin á tokstøðini í Glasgow

Altjóða ST-veðurlagstoppfundurin, COP26 byrjar í dag, og millum luttakararnar er svenska veðurlagsstríðskvinnan, sum tó ikki væntar tær heilt stóru broytingarnar eftir fundin

(Mynd: Scanpix)

(Mynd: Scanpix)

2021-10-31 11:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag byrjar ST-veðurlagstoppfundurin, COP26 í Glasgow, og millum teirra, sum høvdu leitað sær til skotska býin í hesum sambandi, var svenska veðurlagsstríðskvinnan Greta Thunberg.

Og sigast kann, at hon var væl móttikin, tá hon leygarkvøldið kom við einum toki úr London.

Sambært tíðindastovuni dpa vóru so nógv stuðulsfólk og miðlafólk møtt upp, at hon mátti leiðast burtur frá tokstøðini av løgreglufólkum.

COP26 byrjar, sum áður nevnt, í dag, og varar toppfundurin fram til 12. november. Tað er á hesum toppfundinum, sum mátti útsetast í eitt ár vegna koronu, at Paríssáttmálin frá 2015 skal eftirmetast.

Greta Thunberg er tó ikki serliga bjartskygd um úrslitið av fundinum. Tað segði hon fyrr í hesum mánaðinum.

– Sum støðan er nú, fer hetta ikki at elva til nakrar stórar broytingar. Vit noyðast framhaldandi at leggja trýst á, segði hon.

– Mín vón er sjálvandi, at vit brádliga ásanna, at vit standa yvirfyri einari eksistentiellari kreppu og bera okkum at hareftir, legði hon afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder