Tað er ósannlíkt, at komandi ST-veðurlagstoppfundurin, COP26, sum verður í skotska býnum Glasgow í november, fer at elva til stórar broytingar.
Tað sigur svenska veðurlagsstríðskvinnan, Greta Thunberg.
– Sum støðan er nú, fer hetta ikki at elva til nakrar stórar broytingar. Vit noyðast framhaldandi at leggja trýst á, sigur hon.
Greta Thunberg heldur, at altjóða fundir sum COP26 kunnu seta í verk broytingar, tí at teir savna so nógv fólk saman.
– Mín vón er sjálvandi, at vit brádliga ásanna, at vit standa yvirfyri einari eksistentiellari kreppu og bera okkum at hareftir, leggur hon afturat.
Sambært Ritzau verður COP26 hildin í døgunum 31. oktober til 12. november.
Toppfundurin er longu vorðin útsettur í eitt ár vegna koronu, og tað er á komandi toppfundinum, at núverandi støðan skal eftirmetast eftir Paríssáttmálan frá 2015.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald