Uttanlands

Greta Thunberg við ES: Tit skulu stúra

Tað vakti ans, tá svenski veðurlagsaktivisturin vitjaði í Evropatinginum í dag

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-04-16 20:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er ikki óvanligt, at skúlanæmingar sita og fylgja við í salinum, tá evropatinglimir hittast til atkvøðugreiðslu í Strasbourg.

Men tað er tó ikki ofta, at skúlanæmingarnir vekja so stóran ans. Enn meira óvanligt er tað, tá teir verða møttir við logvabresti.

Tað var tað, sum hendi í dag, tá 16 ára gamli svenski veðurlagsaktivisturin, Greta Thunberg, vitjaði í Evropatinginum.

Við sínum veðurlagsverkføllum er hon uppá stutta tíð vorðin heimskend, og nógvir heimsleiðarar eru byrjaðir at lurta eftir henni, tá hon krevur, at politikarir gera nakað fyri veðurlagið.

Seinni talaði Greta Thunberg fyri umhvørvisnevndini hjá ES-tinginum.

- Eg ynski, at tit skulu stúra. Eg ynski, at tit skulu skikka tykkum, sum um eldur var í húsunum hjá tykkum, segði hon millum annað.

- Tað er í lagi, um tit ikki lurta eftir mær. Eg eri jú bara ein 16 ára gomul skúlagenta úr Svøríki. Men tit kunnu ikki ignorera granskarar. Ella granskingina. Ella tær nógvu milliónirnar av skúlanæmingum, sum fara í verkfall fyri rættinum til eina betri framtíð, legði hon afturat.

Síðan Greta Thunberg skipaði fyri fyrsta veðurlagsverkfallinum, eru ein rúgva av skúlanæmingum kring heimin farin at skipa fyri líknandi verkføllum. Og meðan hon talaði, vóru túsundatals næmingar eisini á gøtuni í Strasbourg fyri at varpa ljós á veðurlagsbroytingarnar.

- Tey hava gjørt nakað søguligt, haldi eg, og skulu tey vera errin av sínum avriki, segði hon sambært DR.

Svenski veðurlagsaktivisturin hevur talað fyri nógvum heimsleiðarum. Millum annað talaði hon, seinast ST skipaði fyri veðurlagsráðstevnu í Pólandi. Eisini hevur hon hitt António Guterres, aðalskrivara hjá ST.

Og í morgin skal hon hitta Frans páva. Enn veit hon tó ikki, hvat hon ætlar at tosa við hann um. Vónandi verður prátað eitt sindur um veðurlagið, sigur hon.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder