
Tórshavnar kommuna boðar frá, at í dag, 6. januar, verður byrjað at grava fyri fjarhita við rundkoyringina á Frælsinum.
Hetta hevur við sær, at eingin koyring verður frá "smiley-rundkoyringini" á Landavegnum oman til rundkoyringina á Frælsinum, og at eingin gjøgnumkoyring verður frá Frælsinum til Jóannesar Paturssonargøtu og Landavegin.
Tó verður koyrandi frá Jóannesar Paturssonargøtu niðan til smiley-rundkoyringina á Landavegnum, skrivar torshavn.fo.
Arbeiðið hevur ávirkan á bussleiðina. Leiðirnar 1, 6, 7 og 8 koyra øðrvísi enn vanligt:
Leið 1: koyrir ikki á Frælsinum men eftir J.C. Svabosgøtu báðar vegir
Leið 6: koyrir til Velbastaðar sum vanligt, men tá koyrt verður heimaftur í býin, koyrir leiðin eftir Marknagilsvegnum, Svalbardsvegnum og Grønlandsvegnum oman í Steinatún.
Leið 7: báðir túrarnir hjá leið 7 koyra eftir J.C. Svabosgøtu og ikki á Frælsinum
Leið 8: koyrir sum vanligt til Velbastað/Kirkjubø, men tá leiðin koyrir heimaftur til Havnar, verður koyrt eftir Marknagilsvegnum, Svalbardsvegnum og Grønlandsvegnum oman í Steinatún.
Tað er ikki heilt greitt, hvussu leingi arbeiði fer at taka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald