Ein grikskur borgarstjóri er varðhaldsfongslaður, tí hann er undir illgruna fyri at vera orsøkin til ein náttúrueld, sum hevur herjað økið kring høvuðsstaðin Athen.
Borgarstjórin, Giannis Apostolou sum er borgarstjóri í lítla grikska býnum Stylida og ein vinnulívsmaður eru skuldsettir fyri eldásetan, skrivar Ritzau.
Hildið verður, at ein elkaðal nær við býin Agios Vasileios, sum liggur 85 kilometrar norðanfyri Athen var orsøkin til, at eldur kyknaði.
Apostolou eigur eitt elfelag, sum hevur tilknýti til eina vindmyllulund í rakta økinum.
Løgreglan heldur, at felagið hjá borgarstjóranum átti kaðalin, og tí er hann skuldsettur í málinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald