2021-12-01 19:24
Í Grikkalandi ætla tey at gera tað til krav, at allir borgarar yvir 60 ár skulu koppsetast fyri koronu.
Kravið skal eftir ætlan koma í gildi 16. januar, og tey, sum nokta, fáa eina bót á 100 evrur (743,5 krónur) hvønn mánað.
Grikski forsætisráðharrin, Kyriakos Mitsotakis sigur, at tað er prísurin fyri góða heilsu.
– Avgerðin harmar meg, men eg kenni eina ábyrgd yvirfyri teimum mest sárbæru, eisini hóast fólk verða ónøgd, sigur hann.
Í gjár vórðu umleið 63 prosent av grikska fólkinum liðugt koppsett fyri koronu, og tað er undir miðal fyri ES-lond, skrivar DR.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald