Endiliga hava bjargingarfólk fingið tamarhald á skógar- og náttúrueldunum, sum hava elvt til ringastu náttúrukreppuna í Grikkalandi í fleiri áratíggju.
Tað sigur talsfólk hjá griksku bjargingartænastuni, Spyros Georgiu.
Regnið og minkandi hitin hava hjálpt sløkkiliðsfólkunum við at fáa tamarhald á støðuni. Tilbúgvingin er tó framvegis til reiðar, um eldurin á oynni Evia og í Arcadia-landsltuinum skulu kykna uppaftur.
Um vikuskiftið væntast sterkur vindur, og tí verða manningarnar, sum eru sendar úr útlondum at hjálpa, verandi í Grikkalandi, skrivar Ritzau.
Eins og onnur Suðurevropeisk lond, hevur Grikkaland verið rakt av einari ógvusligari hitabylgju, sum hevur elvt til hita á upp til 45 stig í støðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald