Uttanlands

Grikkaland herðir eftirlitið við markið til Turkalands

Grikska stjornin óttast, at eitt stórt tal av turkiskum flóttum fara at leita sær móti Grikkalandi í kjalarvørrinum á jarðskjálvtinum fyrst í hesum mánaðinum

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2023-02-27 08:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Grikkaland herðir nú eftirlitið við markið til Turkalands.

Orsøkin er, at grikska stjornin óttast, at eitt stórt tal av turkiskum flóttum fara at leita sær móti Grikkalandi í kjalarvørrinum á jarðskjálvtinum í Turkalandi fyrst í hesum mánaðinum.

Um vikuskiftið vórðu hundraðtals nýggir marknavørðar settir at halda vakt við markið, skrivar The Guardian.

Úr griksku stjórnini verður sagt, at tað ikki ein loysn, at milliónir av fólki seta kós móti Evropa. Heldur skal umheimurin lata meira neyðhjálp á staðnum fyri at sleppa undan, at tey, sum eru avirkað av jarðskjálvtunum í Sýria og Turkalandi ferðast úr londunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder