Frá í dag fáa grikkar, ið eru 60 ár ella eldri eina bót á 100 evrur (uml. 750 krónur) um mánaðinum, um teir ikki eru koppsettir fyri koronu.
Nýggja lógin, sum varð samtykt í november, kemur í gildi í dag, og hevur hon til endamáls at fáa fleiri eldri grikkar at lata seg koppseta.
Tiltakið verður higartil mett sum væleydnað. Síðan nýggja lógin varð kunngjørt í november, hava uml. 217.000 borgarar, ið eru 60 ár ella eldri, latið seg koppseta. Sostatt eru nú 90 prosent av grikkum í hesum aldursbólkinum koppsett fyri koronu.
Bøturnar, sum tey eldru skulu rinda, skulu fíggja sjúkrahús í Grikkalandi, skrivar Ritzau.
Ynskir tú at sleppa undan at rinda eina bót um mánaðin, er loysnin einføld, sigur grikski forsætisráðharrin Kyriakos Mitsotakis.
– Tú kann verða koppsettur, og so sleppur tú undan at fáa bót.
Forsætisráðharrin hevur víst aftur, at hann fer at seta í verk líknandi krav fyri aðrar aldursbólkar. Orsøkin er, at tað í høvuðsheitum eru tey eldru, sum gerast álvarsliga sjúk við koronu og enda á sjúkrahúsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald