Ein prestur úr ortodoksu kirkjuni í Grikkalandi varð í gjár handtikin fyri at hava blakað sýru eftir tíggju persónum í høvuðsstaðnum Athen.
Teir, sum fingu sýru á seg vóru sjey biskuppar, tveir sakførarar og eitt løgreglufólk.
Orsøkin til, at presturin blakaði sýru eftir biskupunum var, at teir høvdu hildið fund um at fáa hann blakaðan úr kirkjuni orsakað av einum máli um kokain. Tað var í 2018, at presturin varð handtikin fyri at fjala 1,8 gram av kokaini undir prestakjólanum.
Presturin var, sambært griksku tíðindastovuni ANA, undir illgruna fyri at hava samband við rúsevnissmugling. Eftir at biskuparnir høvdu avdúkað revsingina hjá honum mikudagin, leyp hann á. Hvørja revsing hann fekk verður tó ikki upplýst.
Sambært Ritzau er støðan álvarsom hjá trimum av biskupunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald