
Grikkaland er í løtuni rakt av ringastu hitabylgjuni, landið hevur upplivað síðan 1987.
Tað sigur grikski forsætisráðharrin, Kyriakos Mitsotakis, nú grikskir veðurfrøðingar boða frá, at tey kunnu fáa upp í 45 hitastig.
Hitin hevur eisini elvt til skógar- og náttúrueldar í vestara partinum av landinum. Seinastu dagarnar er boðað frá fleiri skógarledum.
Eitt nú stríðast sløkkiliðsfólk við at fáa tamarhald á einum stórum eldi á oynni Rhodos. Í gjárkvøldið varð eisini boðað frá fleiri streymslitum í stórum parti av oynni.
Sambært Ritzau eru gistingarhús á Rhodos ikki ávirkaði av eldinum og nógva roykinum harfrá, men borgarar í trimum bygdum í vestara partinum av oynni hava fingið boð um, at tey skulu flytast burtur úr økinum.
Eisini er boðað frá fleiri enn 100 náttúrueldum í sunnara parti av Turkalandi, har sløkkiliðsfólk hava strídst í fimm dagar. Í minsta lagi átta fólk hava latið lív.
Um vikuskiftið varð eisini boðað frá eldi í Italia og Spania. Higartil er tó eingin fráboðan komin um fólk, sum hava latið lív í Grikkalandi, Italia, ella Spania.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald