Uttanlands

Grikkaland: Tonsavís av deyðum fiski rekst á sjónum

Talan er um feskvatnsfisk, ið er skolaður til havs eftir yvirflóð longur uppi í landinum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-08-29 09:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Myndugleikarnir í býnum Volos við eysturstrondina í Grikkalandi stríðast fyri tíðina við at burturbeina tonsavís av deyðum fiskum, sum glitrandi liggja í nógv vitjaðu havnini og í áum og fram við strondina nærhendis. Minst 40 tons eru tikin upp sambært lokalu myndugleikunum.

Talan er um feskvatnsfisk, sum er skolaður úr vøtnum og áum á Thessaliska slættanum norðan fyri býin.

Vandi er fyri, at deyði fiskurin fer at dálka lívið í sjónum í Pagaseisku víkini, har Volos liggur, og harvið hótta djórasløg so sum delfinir og skjaldbøkur, skrivar finska kringvarpið Yle.

[object Object](Mynd: EPA)

Talan er um avleiðingar av ódnini Daniel, sum herjaði í Grikkalandi í fjørheyst við yvirflóð nógva staðni. Fiskarnir eru floymdir oman í Pagaseisku víkina saman við nógva vatninum, og doyggja tá teir komu í saltan sjógv.

Ódnin verður mett at vera tann ringasta, sum hevur rakt Grikkaland. Umleið 35.000 hektarar nærhendis Karla vatnið á Thessaliska slættanum lógu undir í vatni.

Nú er tað ferðafólkaídnaðurin í býnum Volos, sum er hóttur. Fólk í býnum óttast fyri, at deymurin frá fiskunum fer at halda fólki burtur frá økinum. Bara síðan yvirflóðina í fjør, er ferðafólkatalið í býnum minkað við næstan 80 prosentum.

Grikkaland hevur upplivað fleiri óvanlig veðurfyribrigdi, so sum ódnir og yvirflóðir hesi seinastu árini.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder