Akropolis, best umtóta ferðamálið í grikska høvuðsstaðnum Athen, letur aftur fyri vitjandi seinnapartin orsakað av hitabylgju.
Talan verður um ársins fyrstu hitabylgju í Grikkalandi, og væntast hitin í Athen í dag at fara upp á 43 stig.
Tí hevur grikska mentamálaráðið tikið avgerð um, at ferðamálið verður stongt í dag millum klokkan 12 og 17, tá tað er heitast, og møguliga verður neyðugt at hava stongt í fleiri dagar.
Eisini hava griksku myndugleikarnir ávarað um vanda fyri eldsbrunum í Attica-økinum, har Athen liggur. Skúlar kring landið eru eisini stongdir í dag og í morgin, meðan heitt verður á fólk í almennum størvum um at arbeiða heima, um tað er møguligt.
Sambært Ritzau er hetta ikki fyrstu ferð, at myndugleikarnir í Grikkalandi steingja Akropolis, sum í fjør varð vitjað av nærum fýra milliónum. Í juli 2023 varð ferðamálið eisini stongt fyri ferðandi í tvær vikur orsakað av hitabylgju.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald