2021-08-08 10:50
Eldurin heldur fram at breiða seg í Grikkalandi. Sambært myndugleikunum kyknaðu fleiri enn 400 nýggir eldar í gjár.
Ringast er í økinum kring Evia, ein oyggj, sum liggur eystanfyri høvuðsstaðin Athen.
Hundraðtals familjur hava mist heimið, og fleiri hundrað onnur eru flutt burtur úr oynni, sum er tann næststørsta í Grikkalandi.
Fleiri enn 1.450 griksk sløkkiliðsfólk eru sett inn fyri at niðurberja eldin um alt landið. Stórabretland, Egyptaland og Spania hava eisini sent hjálp, skrivar Ritzau.
Kyriakos Mitsotakis, forsætisráðharri í Grikkalandi, sigur, at hægsta raðfestingin hjá stjórinini er at verja mannalív.
Higartil hava náttúrueldarnir í Grikkalandi kravt tvey mannalív.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald