Uttanlands

Grikska stjórnin: Flóttafólkini festu sjálv í

Ónøgdin millum flóttafólkini á Lesbos er stór – tey vilja burtur av oynni

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-09-15 10:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Grikska stjórnin skuldsetir nú flóttafólkini fyri sjálv hava fest eld í yvirfyltu Moria-flóttafólkaleguna á oynni Lesbos.

Um 12.000 gjørdist heimleys, tá legan brendi niður í farnu viku. Síðani hava flóttafólkini sovið úti á gøtum og duraopum.

- Legan varð niðurbrend av flóttafólkum og migrantum, ið ynskja at trýsta stjórnina til sjótt at flyta tey av oynni inn á meginlandið, sigur talsmaðurin fyri griksku stjórnina, Stelios Petsas.

Talsmaðuri kom ikki inn á fleiri smálutir. Grikski ráðharrin fyri flóttafólk, Notis Mitarakis, kom við líknandi skuldsetingum í farnu viku, áðrenn kanningarnar av málinum vóru endaðar.

Ein nýggj fyribils flóttafólkalega er nú sett upp, og higartil hava umleið 5.000 fólk fingið pláss her, upplýsir Mitarakis.

Fleiri teirra, sum búðu í Moria, hava sýtt fyri at flyta inn í nýggju leguna. Tey hava mótmælt hesum og krevja at sleppa burtur av oynni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder