Uttanlands

Grikski høvuðsstaðurin raktur av jarðskjálvta

Jarðskjálvtin, ið var máldur til 5,1 á Richter-stiganum, elvdi ikki til nakran álvarsligan fólkaskaða

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-07-19 21:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein jarðskjálvti, ið var máldur til 5,1 á Richter-stiganum, rakti seinnapartin í dag Grikkaland 22 kilometrar burtur frá grikska høvuðsstaðnum Athen.

Fólk í Athen føldu skjálvtan og runnu út á gøtuna í býnum.

Sambært CBS News vóru ongar fráboðanir um álvarsligan fólkaskaða, men nakrir tómir bygningar í Athen fingu tó nógvan skaða.

Jarðskjálvtin elvdi tó til eitt stutt streymslit fleiri staðni, og lokala sløkkiliðið fingu fleiri fráboðanir um fólk, sum vóru føst í lyftum.

Tað er ikki sjálvdan, at Grikkaland upplivir jarðskjálvtar, men tað er ikki ofta, at teir elva til skaðar.

Í juli 2017 lótu tvey fólk lív, tá ein jarðskjálvti, ið varð máldur til 6,7, rakti oynna Kos.

Fyri 20 árum síðani, í 1999, lótu 143 fólk lív í og nærindis Athen, tá økið varð rakt av einum jarðskjálvta, sum varð máldur til 5,9.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder