Í Funningi gera tey seg til reiðar nú víkingar gera innrás í bygdini. Talan er um stóra barnatiltakið ”Grímsleikir,” sum verður bæði leygar- og sunnudagin. Heitið sipar til Grím Kamban, ið sigst vera fyrsti landnámsmaðurin, og skal vera komin til Funnings í 825 e.K.
Tað man vera eitt gamalt hugskot og ynski í bygdini at fáa eina standmynd reista fyri landnáminum og Grími Kamban, og í 2023 varð standmyndin eftir Hans Paula Olsen avdúkað.
Nú Runavíkar kommuna í hesum døgum skipar fyri mentanarviku, og eitt víkingatiltak skuldi samskipast, var tað tí eyðsæð at Funningur skuldi verða karmurin um hetta serstaka barnatiltak um víkingar. Umframt at royna seg í ymiskum víkingaleikum so sum longdarlopi, spjótkasti, togtogan og árataki, ber eisini til at síggja eldsmiðin og aðrar handverkarar arbeiða.
![]()
Sunnudagin verður júst saman tiltak sum leygardag, men harumframt verður ein serstøk forðarenning, sum fevnir um kapprenning, longdarlop, spjótkast, balansubumm og annað.
 
Víkingarnir seta tjøld upp mitt í bygdini beint við skúlan, ið eisini er opin til høvið, har kaffi o.a. verður at fáa. Tiltakið er, sum nevnt, partur av mentanarvikuni í Runavíkar kommunu og opið verður leygardagin frá 12:00-17:00 og sunnudagin frá 13:00-16:00. Tiltakið er ókeypis.
Visit Runavík
                
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald