Tíðliga í morgun varð ein grind funnin út fyri Viðvík, og hon verður hildin til í Hvannasundi.
Ein bátur fann grindina klokkan 6.44 í morgun, og hon verður mett at vera rættiliga stór.
Ætlanin er at býta grindina til Klaksvík og bygdir í Eysturoynni, tí í Hvannasundi er nóg mikið eftir frá seinastu grindini, sigur Jens Jensen, sýslumaður við Portalin.
Grindin verður rikin á Hvannasund, og sýslumaðurin hevur lýst økið sum grindaøki. Grindaøkið er ein fjórðingur í hvørja ætt, og hetta er eisini galdandi fyri loftrúmið.
Tá øki verður lýst sum grindaøki merkir tað, at óviðkomandi ikki sleppa inn á økið, boðar løgreglan frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald