Innanlands

Grind í Leirvíksfirði

Lá og andøvdist út fyri Leirvík

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-09-19 16:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri løtu síðani varð boðað frá grindaboðum úr Leirvík.

Ein grind lá still og andøvdist beint út fyri Leirvíks bygd.

Av løgreglustøðini vátta tey, at grindaboðini komu kl. 16.29 og send víðari til sýslumannin fyri Eysturoyar sýslu. 

Jens Jensen, sýslumaður, sigur við Portalin, at grindaformaður hevur fingið boð um at kanna umstøðurnar. Seinast hann visti, var grindin kava. Enn er einki frætt um hvussu stór grindin er, og støða heldur ikki tikin til, hvagar hon møguliga verður rikin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder