2019-08-27 10:19
Fyri løtu síðani varð boðað frá, at ein grind liggur í Skopunarfirði millum Skopun og Hælin í Hesti.
Staðkend halda, at tað var orsaka av, at kyrrindi vóru, at grindin lá mestsum still, men tað verður roknað við, at grindin fer vesturum, tá kyrrindini eru av, so okkurt bendir á at grindin verður rikin móti Sandavági, men tað er nakað, ið grindaformenninir taka støðu til saman við sýslumanninum.
Talan er um eina stóra grind, verður sagt av politistøðini. Enn eru ikki nógvir bátar komnir til grindina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald