Innanlands

Sóu grind út fyri Glyvursnes

Stutt áðrenn klokkan eitt varð boðað frá, at onkur sá grind úr landi, men eingin grind varð funnin, sigur sýslumaður

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-05-09 13:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stutt áðrenn klokkan eitt varð boðað frá grind út fyri Glyvursnes.

Fólk høvdu sæð grindina úr landi, og bátar vórðu sendir at leita, men higartil er eingin grind funnin.

Tað upplýsir Kristjan Martin Joensen, sýslumaður fyri Portalinum.

Tað eru bert tveir dagar síðani, at ársins fyrsta grind legði beinini á Sandagerði. Talan var um 63 hval.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder