Innanlands

Grind funnin út fyri Skúvoy

Eftir ætlan verður hon hildin til í Sandoynni, sigur sýslumaður

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-06-29 12:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun varð ein grind funnin út fyri Skúvoy.

Bátar eru hjá henni, og verður hon helst hildin til í Sandoynni, sigur Kristjan Martin Joensen, sýslumaður.

– Teir vita ikki akkurát, hvar teir skulu fara við henni, teir liggja og goyma hana, men væntandi verður hon hildin til í Sandoynni seinni, sigur hann við Portalin.

Grindin varð funnin um tíggju-tíðina í morgun. Hvussu stóra grind talan er um, veit sýslumaðurin ikki at siga.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder