Innanlands

Grindaboð vestanfyri - hesaferð ætla teir at halda henni til

Enn er avgerð ikki tikin, um tað ber til at halda henni til í kvøld ella um bíðað verður til í morgin

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-05-26 22:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Grindaboð eru millum Klovning og Presttanga. Tað upplýsir Finnbogi Midjord, sýslumaður, fyri Jn.fo í kvøld.

Grindaformenninir eru á veg til grindina, og kanna um tað ber til at halda henni til í kvøld ella um bíðast skal til í morgin.

Fyrrapartin í gjár vóru eisini grindaboð, men orsakað av nógvu koronutilburðunum, sum vórðu staðfestir á hvítusunnu varð mett, at tað ikki var ráðiligt at halda grind til. Seinastu tveir dagarnar hevur talið á nýggjum tilburðum verið lágt, og nú verður tað mett ráðiligt at halda grind til.

Óvist er um grindin verður hildin til í Sandavági ella Miðvági.

Dagføring 23:14: Bátar sum fóru út at leita eftir grindini, funnu hana ikki aftur, og leitingin er nú steðgað

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder