Innanlands

Grindaboð við Flesjarnar

Gongur norðureftir – verður hildin til í Sundalagnum

(Tilvildarlig savnsmynd: Sverri Egholm)

(Tilvildarlig savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-08-02 10:31 Author image
Ingi Samuelsen

Um hálvgun tíggjutíðina í morgun var boða frá grindboð millum Hvítanes og Flesjarnar.

Grindin varð sædd av landi á Ovara Vegi inni á Gøtu í Hoyvík.

Ein bátur við grindaformanni umborð var hjá grindini um 10-tíðina, og tá varð boðað frá, at ætlanin er at halda grindini til í Sundalagnum, helst er talan so um Hvalvík.

 

 

placeholder
placeholder