Mentan

Grindadráp forðar Føroyum at veruliga koma í sjóneykuna

Trýst frá djóraverndarfelagsskapum í Onglandi hava fingið The Great Escape at strika Føroyar sum sjóneykuland næsta ár. Stóri festivalurin fer tó framhaldandi at samstarva við føroysk tónlistafólk

Tey vilja framvegis hava føroyingar at framføra, men neyðugt er taka so mikið av frástøðu, at Føroyar ikki

Tey vilja framvegis hava føroyingar at framføra, men neyðugt er taka so mikið av frástøðu, at Føroyar ikki "verða høvuðsnavnið" í 2025

2024-09-25 08:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hetta eru einki minni enn stórtíðindi, sum uttan iva fara at lata nógvar hurðar upp fyri føroyskan tónleik í altjóða tónleika- og mentanarheiminum.

Soleiðis segði Glenn Larsen, leiðari í Faroe Music Export, tá tað í síðstu viku gjørdist alment, at Føroyar fóru at vera í sjóneykuni (fokusland) til The Great Escape í Brighton næsta ár.

Les eisini: Sjóneykan á Føroyar á the Great Escape 2025

Stóri tónleikafestivalurin í Suðuronglandi savnar ofta ung og spennandi nøvn. Millum annað hava Adele, Ed Sheeran, Bastille, MØ og Mumford & Sons spælt har tíðliga á sínari yrkisleið.

Festivalurin hevur havt føroysk nøvn sum Joe & The Shitboys, Aggrasoppar, Elinborg og Brimheim á vitjan seinnu árini, og Føroyar vórðu valdar til "Lead Country Partner fyri 2025". Hetta kundi ger heilt nógv fyri føroyskan tónleik og føroysk tónlistafólk - men hetta er nú broytt.

Trýst frá felagskapum

Hetta er ikki fyrstu ferð, at júst føroyska tónleikavinnan hevur upplivað tað: At grindadráp er ein forðing.

Í gjárkvøldið boðaði "The Great Escape" frá, at Føroyar er tikið burtur sum sjóneykuland (Lead Country Partner) fyri 2025. 

Orsøkin er at felagskapir í økinum - millum annað "Sussex Dolphin Project" hevur gjørt vart við sína ónøgd. Tað hevur elvt til stúran yvir siðin við grindadrápi í Føryum - nakað sum The Great Escape helst als ikki hevur veitt einum tanka áðrenn. Men nú er festivalurin - ella móðurfelagið omanfyri - hoknaður undir trýstinum og vil ikki hava ringa umrøðu og møguliga mótmæli. 

Hesin seinasti setningurin stendur ikki í ógvuliga yvirskipaða og varliga skrivinum frá festivalinum, men kann rímiliga týðiliga lesast millum linjurnar.

Vilja framvegis samstarva við føroyskar tónleikarar

The Great Escape tekur sína frástøðu frá grindadrápi - men ikki frá føroyskum tónlistafólki:

- Vit eru errin av at hava arbeitt tætt við føroyskum tónlistafólki seinastu árini, har man hevur sæð tey mongu flottu evni, sum Føroyar hava sett á okkara pallar. Føroyskir tónleikarar hava verið ein íblástur til og umráðandi partur av okkara festivali, og vit vilja framhaldandi stuðla hesum ótrúligu tónlistafólki, meðan tey halda á við at bergtaka áhoyrarafjøldir.

Hesum byrjar skrivið við, og The Great Escape endar við - eftir at hava skrivað um avgerðina at taka Føroyar burtur sum sjóneykuland - at tey framvegis fara at samstarva við føroysk tónlistafólk og tryggja, at fleiri úr Føroyum kunnu traðka á pallin á The Great Escape.

Harvið setur festivalurin seg onkursvegna millum tveir stólar. Tað er eyðsæð, at tey halda av føroyskum tónleiki og føroyskum tónlistafólkum, men tora ikki at Føroyar skulu koma ov nógv í fokus hjá sær í Brighton í mai næsta ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder