Innanlands

Grindadráp í fjør: Samanlagt løgdu 666 hval beinini

Hagstovan hevur kunngjørt tølini fyri 2021. Tólv grindadráp vóru, og hetta eru átta

2022-03-22 19:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

12 grindadráp vóru í fjør, og 666 hvalir doyðu í teimum. Hetta er eitt miðaltal á 56 hval fyri hvørja ferð

Hagstova Føroya hevur á heimasíðu sínari í dag kunngjørt dagførdu tølini

Í mun til í 2020 vóru færri dráp, men ikki nógv færri hvalir. Tá vóru tølini fýra dráp og 530 hvalir.

Talið av drápum og hvalum var í fjør tað hægsta síðani 2017.

Tølini hjá Hagstovuni Føroya ganga aftur til 1952. 1981 var metár fyri flest deyðar hvalir - beint undir 3.000 - 1984 og 1988 eru metár fyri tal av drápum (21).

Sí øll tølini her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder