Innanlands

Grindamannafelagið fingið nýggjan formann

Esmar Joensen og Tóri Simonsen, sum seinastu árini hava verið ávikavist formaður og næstformaður, valdu ikki at átaka sær hesar sessir komandi árið – Nýggjur formaður og næstformaður eru Ragnar Jacobsen og Bogi Hansen

Ragnar Jacobsen er nú formaður í Grindamannafelagnum (Savnsmynd: Grindamannafelagið)

Ragnar Jacobsen er nú formaður í Grindamannafelagnum (Savnsmynd: Grindamannafelagið)

2025-04-06 15:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin 5. apríl varð aðalfundur hjá Grindamannafelagnum í Klaksvík, har ein nevndarlimur og tveir varalimir í starvsnevndini hjá felagnum stóðu fyri vali, skrivar Grindamannafelagið í tíðindaskrivi.

Tina Kajsdóttir varð vald í nevndina fyri Eyðstein í Løðu, sum ikki tók við afturvali.

Tina skrivaði søgu herfyri, tá hon varð fyrsta kvinna, sum bleiv vald til grindaformann, og nú skrivar hon aftur søgu, við at verða fyrsta kvinna, sum tekur sæti í starvsnevndini í Grindamannafelagnum, skrivar Grindamannafelagið.

Esmar Joensen, sum hevur sitið sum formaður seinastu tvey árini, valdi orsakað av øktum arbeiðsbyrðum innanfyri annað felagsarbeiði, ikki at átaka sær formanssessin komandi árið. Tað sama gjørdi seg galdandi fyri Tóra Simonsen, sum hevur verði næstformaður/peningarøkil.

Nýggjur formaður og næstformaður eru Ragnar Jacobsen og Bogi Hansen.

Nýggja starvsnevndin í Grindamannafelagnum sær sostatt soleiðis út:

  • Formaður: Ragnar Jacobsen, Miðvágur
  • Næstformaður/peningarøkil: Bogi Hansen, Runavík
  • Skrivari: Esmar Joensen, Hvítanes

Varalimir:

  • Bjartur Tórhalsson, Vestmanna
  • Tina Kajsdóttir, Miðvágur
  • Tóri Simonsen, Hvannasund
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder