
Um ein skal luttaka í í grindarakstri og grindadrápi, sum vanligt, krevst ikki grindaskeið.
Tað ger tað tó, um ein skal hava loyvi til at avlíva hval. Tá krevst grindaskeið og loyvisprógv.
Hetta er sambært grindakunngerðini, ið kann lesast her.
Fiskimálaráðið og onnur skipa inn í millum fyri grindaskeiðum og eitt slíkt verður um eina viku, hósdagin 9. juni.
Tað verður í Løkshøll í Runavík, og talan er um undirvísing í brúki av mønustingara. Skeiðið byrjar klokkan 19, tað er ókeypis, og tað er ikki neyðugt við tilmelding, skrivar fisk.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald