Uttanlands

Grindavíkingar sleppa í fyrsta lagi heimaftur til várs

Íslendska stjórnin søkir íbúðamarknaðin fyri at finna býli til útlagnu borgararnar úr Grindavík

(Mynd: AFP)

(Mynd: AFP)

2023-12-20 17:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Borgararnir í Grindavík, sum ikki sleppa heimaftur fyribils orsaka av eldgosinum, verða nú tryggjaðir býli fyri restina av vetrinum.

Tað boðaði íslendski stjórnarleiðarin, KatrÍn Jakobsdóttir, frá á tíðindafundi hjá almannaverjuni í dag. Íslendska stjórnin hevur júst játtað grindavíkingum fíggjarligan stuðul til býli restina av vetrinum. Katrín Jakobsdóttir greiddi frá, at eitt bústaðarfelag, Leigufélagið Brieti, hevur keypt 80 íbúðir, og 70 teirra kundu takast í brúk longu undan jólum.

Fyrr í vikuni kom fram, at stjórnin leitaði eftir ognum í ymiskum støddum á leigumarknaðinum til at hýsa grindavíkingum fyribils. 44 leiguavtalur vórðu gjørdar, skrivar RÚV.

Fannar Jónasson, borgarstjóri í Grindavík segði á tíðindafundinum hjá almannaverjuni í dag, at fólkini í Grindavík ikki skulu rokna við at sleppa heimaftur fyrr enn í fyrsta lagið einaferð í vár.

Nógvar avbjóðingar eru at taka støðu til. Eitt nú skulu børnini í Grindavík hava møguleika at taka tær endaligu fólkaskúlaroyndirnar í skúlanum, har tey hava gingið. Men spurningurin um at skaffa býli til heimleysu grindavíkingarnar hevur tó hægstu raðfesting.

Á tíðindafundinum gav Kristín Jónsdóttir, deildarstjóri á íslendsku veðurstovuni, ein status yvir eldgosið. Hon greiddi frá, at hóast virksemið í gossprunguni er minkað munandi í mun til fyrstu tímarnar, breiðir grótbræðingin seg enn, og fjalir nú 3,7 ferkilometrar. Til sammetingar breiddi grýtið úr gosinum í Fagradalsfjallið, sum vardi í fleiri mánaðir, seg yvir eitt øki á fimm ferkilometrar.

Sambært Víðir Reynissyni, stjóra fyri almannaverjuna, er ikki gjørligt at fara í gongd við at byggja forðingar móti bræðingini. Lendið er ógvuliga grýtut og tí illa framatkomandi, segði hann.

Katrín Jakobsdóttir, statsministari, nýtti tíðindafundin til at staðfesta, at allar avgerðir hjá stjórnini eru tiknar við støði í vísundaligum dátum, sum eru tøkar í løtuni. Tað ber altíð til at seta spurnartekn við tey tiltøk, ið verða sett í verk, men fyri stjórnina og myndugleikarnar annars, hevur trygdin hjá fólkinum altíð hægstu raðfesting.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder