2019-08-27 12:04
Rakstur er nú komin á grindina, sum var funnin millum Hælin á Hesti og Skopun fyrrapartin.
Fyrst var ein roynd gjørd at reka grindina til Havnar, men hon vildi ikki um Kirkjubønes, men tráaði alla tíðina norðureftir, sigur Karl Johansen, sýslumaður, sum hevur havt samband við bátar í rakstrinum.
Tí var royndin slept at fáa grindina til Havnar. Seinast sýslumaðurin hevði samband við bátarnar, lógu teir millum Kirkjubø og Gomlurætt við kós norðureftir.
- Grindin var eitt sindur spjadd, men er nú savnað, og tað sær út til at vera ein hampuliga stór grind – væl oman fyri hundrað hvalir, ljóðar metingin.
Raksturin gongur spakuliga – ætlanin er nú at halda henni til á Leynasandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald