2021-02-11 17:01

Grindin, sum varð merkt í Vestmanna fyri trimum mánaðum síðani, er nú í økinum við Ytra Banka.
Grindin hevur ferðast suður móti Hatton Banka, og vestur í hellingina, men kortini hevur hon alla tíðina, nú háveturin er við at fara afturum, hildið seg millum 59 og 62 breiddarstig, skrivar Bjarni Mikkelsen, havlívfrøðingur á Havstovuni.
Grindin er í løtuni 100 fjórðingar úr landi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald