Innanlands

Grindin býtt í drápspartar

Grindin, sum legði beinini á Sandagerði seinnapartin í gjár, var 472 skinn

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-05-08 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Grindin, sum varð funnin í Hestfirði á middegi í gjár og hildin til á Sandagerði góðar tveir tímar seinni, varð býtt í drápspartar.

Beint omanfyri 60 hval løgdu beinini í gjár, og seðlarnir komu út klokkan 23.30 í gjárkvøldið á Vestaru bryggju.

Útvarpið veit í morgun at siga, at talan var um 472 skinn, og at hvør drápspartur er 0,8 skinn.

Hetta er fyrsta grindin, sum hevur lagt beinini í Føroyum í ár, og sambært sýslumanninum, Kristjan Martin Joensen, gekk drápið væl, og tók tað einar 12-13 minuttir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder